Apotek og sjúkrahús

Um tær tørvar medisin

Apoteksverkið í Føroyum samstarvar við Øresundsapotekið, sum liggur á Østerbrogade 151. Tygum skulu brúka hetta apotekið, um eingin onnur avtala er.
Møguleiki er at fáa heilivágin koyrdan til Sjúklingaheimið, hetta kostar 35,00 kr. eyka.
Tygum skulu goyma kvittanir og venda tygum til sjúkrakassan í Føroyum fyri at fáa møguligt endurgjald.

Hava tygum spurningar um heilivág, eru tygum vælkomin at tosa við sjúkrasystrarnar.

 

Apotek

Øresundsapotekið
Østerbrogade 151
Tlf. 39 18 02 05

 

Upp- og afturlatingartíðir

Mánadag til fríggjadag kl. 10.00 - 17.30
Leygardag kl. 10.00 – 13.00

 

Sjúkrahús

Ríkissjúkrahúsið

Blegdamsvej 9, 2100 København Ø

Tað tekur umleið 20 min. við bussi (150S ella 184 frá Lyngbyvegnum til Blegdamsvej) frá Sjúklingahotellinum Tórshavn til Ríkissjúkrahúsið.
Tað tekur umleið 30 min. at ganga gjøgnum Fælledparkina frá Sjúklingahotellinum Tórshavn til Ríkissjúkrahúsið.

 

Amager Hospital

Italiensvej 1, 2300 København S
Bussur 150S ella 184 á Lyngbyvej móti Nørreport. Metro móti Lufthavnen, far av á Amager Strand st. og gang 150 m. til Italiensvej/Engvej.

 

Bispebjerg Hospital

Bispebjerg Bakke 23, 2400 Kbh NV
Bussur 4A fra horninum Lyngbyvej/Haraldsgade móti Lergravsparken. Far av á Tagensvej, tak buss 6A frá sama stoppistaði móti Emdrup Torv. Far av við Bispebjerg Bakke.

 

Frederiksberg Hospital

Nordre Fasanvej 57, 2000 Frb.
Bussur 4A frá Sct. Kjelds Plads móti Lergravsparken. Far av við Nordre Fasanvej/Nyelandsvej og gakk 30 m. aftir eftir Nordre Fasanvej til høvuðsinngangin.

 

Gentofte Sygehus

Niels Andersensvej 65, 2900 Hellerup
Bussur 150S á Lyngbyvej móti Kokkedal st. Far av á Kildegårds Plads, tak buss 166 á Kildegårdsvej móti Tuborg Havn. Far av við Gentofte Sygehus.

 

Glostrup Sygehus

Nordre Ringvej 57, 2600 Glostrup
S-tok linja F frá Ryparken st. móti Ny Ellebjerg st. Far av á Danshøj st., skift til linju B móti Høje Tåstrup st., far av á Glostrup st., tak 300S frá busholdepladsen móti Nærum st. ella 500S móti Kokkedal st. Báðir koyra direkta til Glostrup Sygehus.

 

Herlev Sygehus

Herlev Ringvej 75, 2730 Herlev
S-tok linja A frá Ryparken st. móti Farum. Far av á Buddinge st., tak buss 300S ella 330E, báðir móti Ishøj st., far av við Herlev Sygehus.

 

Hvidovre Hospital

Kettegård Allé 30, 2650 Hvidovre

S-tok linja F frá Ryparken st. móti Ny Ellebjerg. Far av á Vigerslev st., tak buss 1A móti Avedøre st. Koyrur direkta til Hvidovre Hospital.

Ríkissjúkrahúsið Blegdamsvej 9, 2100 Kbh. Ø
Bussur 150S ella 184 á Lyngbyvej, báðir móti Nørreport st. Far av á horninum Tagensvej/Blegdamsvej.

Sahva Borgervænget 5, 2100 Kbh Ø
Gakk til vinstru á Venøgade, dreyða um horni til høgru á Glænøgade, gakk beint fram til Borgervænget á høgru síðu.

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.