Hentleikar

Hentleikar

Barnavognar og klappstólar

Á Sjúklingaheiminum er 2 barnavognar, 2 klappstólar og 2 paraplyvognar til útláns.
Um tær tørvar ein vogn, kanst tú venda tær til skrivstovuna. Av tí at nógv eru um boðið, skulu vognarnar ikki takast við inn á kamarið.

 

Bløð

Dimmalætting og Sosialurin koma vanliga dagin eftir, at tey eru útkomin. Lesið tey í stovuni, bløðini mugu ikki takast við inn á kamarið.
Vit halda eisini Politiken.

 

Føroyahúsið

Føroyahúsið liggur á Vesterbrogade 17A. Faldari við skrá er í haldaranum við inngongdina, og uppsløg um tiltøk eru á uppslagstavluni við inngongdina.

 

Koyristólar

Á Sjúkingaheiminum eru 4 koyristólar til taks.
Vendið tygum til skrivstovuna, um tygum tørvar ein koyristól. 

 

Lyftur

Børn mugu bert nýta lyfturnar saman við vaksnum.

 

undefined

Motiónsrúm, aktivitetsrúm o.a.

Í kjallaranum er eitt motiónsrum við ymiskum fitness-amboðum, sum øll kunnu nýta.
Har er eisini eitt aktivitetsrúm við seymimaskinum, fótbóltspæli og møguleiki fyri øðrum ítrívið.
Eitt stórt baðikar er í einum rúmið, væleygna til børn ella vaksin, ið kundu hugsa sær eitt karðbað.

 

Spælistovan

Sjúklingaheimið hevur spælirúm fyri endanum á 2. sali, innrætta til minni børn.
Foreldrini hava ábyrgdina av, at børnini fara væl um lutirnar. Foreldrini skulu syrgja fyri upprudding.
Lutir úr spælikamarinum mugu ikki takast inn á kamarið.
Sitipláss og møguleiki fyri at gera sær ein te- ella kaffimunn er til foreldrini í spælirúminum.
Harumframt er eitt minni bókasavn í samband við matarsalin, har smærri børn kunnu vera.

 

Samskifti

 

Telefonir
Til ber at ringja beinleiðis til kamar tygara. Nummarið stendur á telefonini.
Úr Føroyum verður ringt 00 45 fyrst.
Tað kann ikki ringjast út úr kamarinum uttan til skrivstovuna, nummar 464 ella 451, og til hini kømurini.

 

Fax

Møguleiki er fyri at senda fax frá skrivstovuni, kostnaður er 4,00 kr um minuttin.

 

Kopiering
Møguleiki er eisini fyri at kopiera, hettar kostar 1,00 kr. fyri hvørt eintak.


Tað er eisini eitt teldurúm við 6 teldum í kjallaranum.
Internetið er ókeypis. Vend tær til Leiðbeiningin fyri at fáa kotu.

 

undefined

Telduspøl til børn

Vit hava fleiri telduspøl til størri børn, hesi eru til láns og kunnu fáast á skrivstovuni móti kvittan uppá lánið. 

 

Útvarpið

Útvarpið kann hoyrast allan dagin í uppihaldsstovuni.

 

Vaskarí

Vaskarí er í kjallaranum. Her kunna tygum vaska aftaná kl. 16. Tað kostar 20 kr. fyri tað stóru maskinuna og 15 kr. fyri tað minnu. Turkitrumlan kostar 5 kr. fyri 15 minuttir. Gjaldast skal á skrivstovuni.
Tygum mugu sjálvi keypa vaskievni.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.