Kostnaður

Kostnaður

Kostnaður fyri uppihald

  • Váttaður fylgjari saman við sjúklingi - 150kr. fyri náttina, kostur íroknaður, tó max. 1500 kr. um mánaðan. (10 dagar)
    Verður fylgjari skiftur út við annan fylgjara í sama mánaði, er kostnaðurin fyri nýggja fylgjarin 150kr., tó max. 1500kr. um mánaðin. (10 dagar)
    Kemur fyrri fylgjari aftur, og hevur goldið fyri 8 dagar, verður einans tikið gjald fyri teir írestandi 2 dagarnar innanfyri sama mánaða.
  • Avvarðandi - 600 kr. fyri náttina, kostur íroknaður. Max. 6.000 kr. um mánaðin.
  • Børn frá 0 til og við 11 ár - ókeypis.
  • Børn frá 12 til og við 17 ár - 300 kr. fyri náttina, kostur íroknaður. Max. 3.000 kr. um mánaðin.
  • Kostnaður fyri gestir uttan tilknýti til sjúkling - 700 kr. fyri náttina við morgunmati.


Til ber at gjalda við donskum/føroyskum pengum ella Visa/Dankorti (FR-korti).

Gjaldast skal áðrenn/við fráferð.

 

Endurgjald fyri flutning

Meginreglan er, at sjúklingar ikki fáa endurgjald fyri flutning millum Sjúklingahotellið Tórshavn og sjúkrahús ella víðgerðarstað.

Undantikið hesum eru sjúklingar, ið av sjúkaávum hava tørv á flutningi. Í slíkum førum eigur alment flutningsfar at verða nýtt. Men um hetta av sjúkaávum ikki er ráðiligt, kann annað flutningsfar nýtast ístaðin. Leiðarin á Sjúklingahotellinum Tórshavn ger í slíkum førum eina tørvsmeting og tekur støðu til, hvat flutningsfar skal nýtast.
Sjúklingahotellið kann bert bera útreiðslurnar fyri hýruvogn, um heilsustøðan hjá sjúklinginum er so vánalig, at hetta er neyðugt. Treytin fyri at fáa flutningsútreiðslurnar endurgoldnar er, at leiðarin á Sjúklingahotellinum Tórshavn frammanundan hevur játtað, at goldið verður fyri flutningin.

Endurgjald fyri taxa fæst við at vísa kvittan ella busskorti tó einans um sjúkrarøktarfrøðingur hevur játtað, at tú kanst fáa flutning goldnan.
Endurgjald skal rindast, áðrenn heimferð, tí hetta kann bert gerast á Sjúklingahotellinum Tórshavn.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.