Máltíðir

Máltíðir

Máltíðir

• Morgunmatur kl. 07.15 – 09.15.
• Døgurði kl. 12.00 – 13.15.
• Nátturði kl. 18.00 – 19.15.

Maturin verður tikin av buffetini 15 min. aftaná.


Kaffi/te og heimabakað køka eru at fáa frá klokkan 20.00.


Kalt vatn og saft fæst til kl. 23.00. 

 

Serstakur kostur

Um tygum skulu hava serstakan kost av heilsuávum, verða tygum biðin um at siga sjúkrasystrini frá beinanvegin.

 

Sig frá

Um tú ikki kemur til máltíðirnar, verða tú biðin um at siga frá í køkinum.
Um tú eru til viðgerð ella kanningar, kunnu tey í køkinum goyma mat til tín.
Tað er eisini møguleiki fyri at gera sær ein matpakka, at fáa við.

Matarseðlar til foreldur

Eru foreldur innløgd saman við barni, skulu tey hava matseðlar til sjúkrahúsið. Hesir fáast við at venda sær til Leiðbeiningina.

Eru bæði foreldur innløgd saman við barninum, fær annað foreldrið matseðlar við til máltiðirnar á sjúkrahúsinum, hitt foreldrið skal eta máltíðirnar á Sjúklingaheiminum. Matseðlarnir fáast við at venda sær til skrivstovuna.
Undantikið er deild 5054 á Ríkissjúkrahúsinum; her kunnu bæði foreldur eta, við at annað foreldrið rindar fyri kostin.

 

 

Gestir til máltíðir

Tú ert vælkomin, móti gjalding, at bjóða gestum til máltíðirnar.

Kostnaður fyri gestir:

• Morgunmatur kr. 30,00
• Døgurði kr. 80,00
• Nátturði kr. 50,00
• Kaffi og te kr. 2,00
• Kaffi/te og køka kr. 5,00

Børn gjalda hálvan prís.

Gjaldast skal á skrivstovuni áðrenn máltíðirnar.




Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.