Vegleiðing frá fakfólki

Vegleiðing frá fakfólki

Vegleiðing

Sosialráðgevi

Ert tú í iva um tíni rættindi sum sjúklingur/avvarðandi, kanst tú venda tær til sosialráðgevarnar á Sjúklingahotellinum ella í Føroyahúsinum.

Sosialráðgevarnir eru at hitta á Sjúklingahotellinum týsdag kl. 10.00 - 15.30. Lokalnummarið er 453.

Annars eru teir somu sosialráðgevarnir at hitta á skrivstovuni í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A, 1620 Kbh. V., mánadag, týsdag og hósdag kl. 11.30 – 15.30 og mikudag kl. 14.00 – 18.00.

Telefon: 33 23 99 80
Fax: 33 23 92 34


Sjúklingavegleiðari

Uppgávan hjá sjúklingavegleiðaranum er at hjálpa og vegleiða sjúklingum og avvarðandi teirra, ið eru ávíst úr Føroyum.
Tað kann vera: 

 

  • Hjásitari við læknasamrøður
  • At vera við til at loysa trupulleikar ella misskiljingar viðvíkjandi viðgerð, røkt ella tænastu, ið ikki kan loysast saman við starvsfólkinum á deilduni
  • Kanningar og viðgerð
  • At vitja innlagdar sjúklingar, ið ikki hava samband við Sjúklingheimið Tórshavn
  • Vegleiða um rættindi sum sjúklingur
  • Vegleiða um klagu og endurgjaldingarmøguleikar
  • Hjálp til meira upplýsing 

Uppgávan hjá sjúklingavegleiðarinum er eisini at vera eitt bindilið millum viðgerðarstøðini í Danmark og Sjúklingaheimið Tórshavn.

Sjúklingavegleiðarin, Elionora Olsen, hevur skrivstovu á Ríkissjúkrahúsinum og er at hitta hvønn gerandisdag frá kl. 10.00 til 12.00

Fartelefon: 51 20 13 99
Tele: 35458585 Fax: 35456445
Teldupostur: elionora.olsen@rh.hosp.dk

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.