Viðgerð í Íslandi

Viðgerð í Íslandi

Adressa

Park Inn Hotel- Sjúklingahotel
Við Ármúla 9
Reykjavík

Føroyskur Sjúklingavegleiðari

Majbritt Vestergaard
T-postur: maibritt@landspítali.is
Tel. 824-5495

Landspítali í Íslandi

Landssjúkrahúsið hevur avtalu við Landspítali í Íslandi um ávís sløg av viðgerðum sum ikki fáast í Føroyum.
Sjúkrahúsið í Reykjavík liggur miðskeiðis í býðnum, og tí er stutt til allar tænastur og hentleikar.
Landspítali er eitt universitetssjúkrahús við høgum yrkisligum førleikum, og veitir sjúklingum góða tænastu á høgum støði. 

 

Í sjúkuviðgerð á Landspítalinum

Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum vegleiðir og samskipar ferðina til Íslands.
Sjúklingar búgva vanliga á ávikavist sjúklingahotellinum Park Inn Hotel við Ármúla 9.  

 

Frá Landssjúkrahúsinum til Vágar

Uttanlandstæanstan skipar fyri busssambandi til og úr Vágunum. Tak niður faldara her.

 

Fylgjara við til sjúkuviðgerð

Sjúklingurin ferðast vanliga einsamallur til viðgerðarstaðið.
Um mett verður, at støðan hjá sjúklinginum av heilsuávum viðførur, at hesin ikki kann ferðast einsamallur, verður heilsustarvsfólk send við sjúklinginum sum fylgjara til viðgerðarstaðið.
Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann ein persónur- vanliga avvarðandi- verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgjara.

 

Sjálvboðin fylgjari

Sjúklingar kunnu tó altíð taka fylgjara við, og sjálvi bera kostnaðin. Í slíkum føri ber til at bóka ferðaseðil saman við sjúklinginum hjá Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum.

 

Park Inn Hotel - Sjúklingahotel

Við Ármúla 9 í Reykjavík er sjúklingahotel, ið er ætla føroyskum sjúklingum, sum skulu til serviðgerð í Íslandi. Hotellið liggur nærhendis Landspítalinum við Hringbraut og miðbýin. Tað tekur uml. 20-30 min. at ganga hagar frá hotellinum. 
Bussar koyra nærhendis sjúklingahotellið til Landspítalið við Hringbraut og Fossvogi. 
Á sjúklingahotellinum starvast nakrir sjúkrarøktarfrøðingar, sum taka sær av sjúkrarøktini, t.d. sárrøkt, hjálpa til við heilivági og við brúsubaði.

 

Føroysk sjúklingavegleiðing

Føroyskur sjúklingavegleiðari á Landspítalinum er Majbritt Vestergaard
T-postur:  maibritt@landspítali.is
Tlf. 824-5495

 

Tak niður faldara um sjúklingaviðgerð í Íslandi her

Sí hentar adressur í Føroyum, Danmark og Íslandi her






Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.