Burðardeild og Barsilsdeild (A2 skurðdeild)

Inngongd

Lat aftur

Burðardeild og Barsilsdeild (A2 skurðdeild)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

J. C. Svabosgøta 41-49
Hædd 2, Bygningur A
FO-100 Tórshavn

Tel. 30 45 00

Vitjanartíð

kl. 15.00 - 16.00
kl. 19.00 - 20.00.

Børn onga atgongd, undantikin systkin at tí nýfødda,
ið eru vælkomin í vitjanartíðini, treytað av, at tey eru frísk.

Vinaliga virðið vitjanartíðirnar.

Leiðandi starvsfólk

Anna Dánjalsdóttir
Virkandi deildarleiðari á barsilsdeildini
T-postur: lsanndj@ls.fo

Sigrid Christensen
Leiðandi ljósmóður á burðardeildini
T-postur: lssigch@ls.fo

Steintóra Samuelsen, yvirlækni

Á burðardeildini eru føðistovur og á barsilsdeildini eru barsilsstovur og neonatalstova. 
Tær umfata ljósmøðratænastu, barsil, røkt og sjúkrarøkt, obstetrik og neonatal sum fakøki. 

Tá tú hevur átt
Røktarstarvsfólkið vegleiðir m.a. um bróstageving, røkt og ansing av barninum við atliti til tætt samband millum tykkum og barnið, menning, reinføri og sjúkufyribyrging. 

Les meira um røkt her, umframt faldaran Gott at vita eftir føðing.

Undirvísing
Hvørt kvøld kl. 20.30 verður filmur vístur í uppihaldsstovuni um bróstgevan. Prát og vegleiðing verður eftir tørvi.
Eftirføðingarvenjing hjá fysioterapeuti er mánadag - fríggjadag frá kl. 12.30 til 13.00.undefined

Innleggingar- og útskrivingarsamrøða
Røktarfólkið hevur eina innleggingar- og útskrivingarsamrøðu við teg/tykkum.  
Mett verður, í samráð við teg, nær tú og barnið væntandi kunnu fara heim.

Karmar
Deildirnar eru staðsettar á hædd 2 í A bygninginum, og umfata 2 føðistovur, 1 familjustovu, har  barnakonan er meðan hon hevur verkir og fyrstu tímarnar aftaná burðin.
Harumfratm eru tvær 4-songsstovur og fýra 2-songsstovur, soleiðis, at pláss er fyri 12 mammum við børnum og 4 barnakonum. 
Eisini er ein serútgjørd stova har røkt og viðgerð av ov tíðliga føddum børnum og av sjúkum nýføðingum fer fram (kallað neonatalstovan).
Somuleiðis er ein "skiftistova" har foreldur og starvsfólk kunnu skifta og annars røkta børnunum. Her fara eisini barnalæknakanningarnar fram.
Beint uttan fyri deildina er kanningarúm, har barnakonur verða kannaðar av lækna ella ljósmóður.

Les um ljósmøðraviðtalu og ultraljóðskanning í viðgongutíðini her. 

Faldarar við kunning til barnakonuna og nýggju familjuna, umframt kunning um ov tíðliga føddir ella sjúkir nýføðingar, umframt tilboð um screening av nýføðingum finnast her.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.