Psykiatrisk ergoterapi eind (P25)

Inngongd

Lat aftur

Psykiatrisk ergoterapi eind (P25)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

Eirargarður 17 kj.
Telefon 304599
Lokal 4425 ella 4426

Telefontíðir

kl. 08.00-16.00

Leiðandi starvsfólk

Andrias Hansen
Leiðandi ergoterapeutur
lsandha@ls.fo
Telefon 304599 – 4429

Ergoterapiin á Psykiatrisku deildunum

Ì ergoterpiini á psykiatrisku deildunum eru 4 ergoterapeutar, harav ein er leiðandi ergoterapeutur.


Endamálið við ergoterapi

Teir sjúklingar, sum verða ávístir til ergoterapi, hava vegna sjúku ella brek, niðursettar førleikar, sum kunnu geva teimum trupulleikar við at virka í gerandisdegnum.


Endamálið við ergoterapeutiskari viðgerð er, at sjúklingurin fær ein so góðan og sjálvstøðugan gerandisdag sum til ber, við tí innihaldi, sum sjúklingurin sær sum neyðugt og ynskiligt.


Ergoterapeutarnir kanna, viðgera og eftirmeta førleikarnir hjá innlagdum og ambulantum sjúklingum. Tað verður lagdur stórur dentur á at sjúklingurin verður inddrigin í viðgerðina og, at hann hevur ávirkan á innihald og mál í viðgerðini.
Dentur verður eisini lagdur á alla tíðina at dygdarmenna tilboðini til sjúklingarnar. Somuleiðis er málið eisini at hava skipaðar mannagongdir, sum skulu tryggja øllum brúkarum somu atgongd til ergoterapeutiska viðgerð.

 

Ergoterapeutiska viðgerðin fevnir um

Egin umsorgan
Persónlig røkt, at koma íkring úti og inni, at klára seg sum borgara og brúkara í samfelagnum


Arbeiði
Lønt og ólønt arbeiði, húsligt arbeiði, skúli, útbúgving


Frítíð
Ymisk ítriv og áhugamál, ítróttur, vitja fólk og sosialt virksemi sum heild


Ì viðgerðini verður arbeitt við terapeutiskari viðgerð, har sjálvir førleikarnir, til at klára teir dagligu uppgávurnar,verða vandir. Men nógvir brúkarir hava ikki teir neyðugu førleikarnir, og tá ber til at tillaga arbeiðsuppgávur og/ella umhvørvi, fyri á tann hátt at kompensera fyri teimum manglandi førleikunum. Brúkarin kann á tann hátt gerast meiri sjálvstøðugur.
Endamálið er eisini at fyribyrgja, at sjúklingurin fær afturstig. Tí verður í viðgerðini hugsað um, hvørji tilboð og møgulleikar eru i nærumhvøvinum.

 

Ergoterapeut lesandi

Ergoterapiin hevur fasta avtalu við ergoterapeutskúlan í Esbjerg um at hava lesandi. Vit hava tó eisini lesandi frá øðrum ergoterapeutskúlum í Danmark,og har verður gjørd avtala fyri hvørja ferð.

 

Starvsfólk

Andrias Hansen, leiðandi ergoterapeutur, lsandha@ls.fo

Durita Isaksen, ergoterapeutur lsduria@ls.fo
Ruth Joensen, ergoterapeutur lsrutjo@ls.fo
Ingálvur av Reyni Jøkladal, ergoterapeutur
Jenny Lamhauge, ergoterapeutur (Farloyvi)
Heidi Jacobsen, ergoterapeutur (Farloyvil)

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.