Gestalonin

Inngongd

Lat aftur

Gestalonin

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Adressa

Gestalonin
Eirargarður 4
FO-100 Tórshavn

Samband

Set teg í samband við deildina sum sjúklingurin er knýttur at fyri innivist í Gestalonini.
Lykil fæst við at venda sær til leiðbeiningina í forhøllini

Gestalonin

Møguleikar eru fyri vistarhaldi í Gestalonini til sjúklingar og barnakonur við bústaði uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki eru innløgd. Somu møguleikar eru fyri avvarðandi hjá teimum.

Gestalonin hjá Landssjúkrahúsinum er á Eirargarð 4.
Fyrsti bygningurin á høgru hond á Eirargarði hýsir Almannaráðnum og Heilsumálaráðnum.
Í næsta bygninginum, sum hevur nummar 4, finnist Gestalonin á 1. og 2. hædd.

1. hædd
Á 1. hædd er ein íbúð, tvey dupultkømur við dupultsong og 6 einkult kømur við dupultsong.
Í hvørjum kamari eru umframt song, sjónvarp, borð og stólar. Í gongini eru 3 felags baðirúm við vesi, køki og felagsstovu umframt goymslurúm.


2. hædd
Á 2. hædd er ein íbúð, eitt dupultkamar við dupultsong og 8 einkult kømur við einari song.

 

Íbúðirnar eru serliga ætlaðar til barnakonur, sum skulu gista í logri tíðarskeið.

Innivist

Barnakonur og sjúklingar, ið ikki nýtast at verða innløgd ella avvarðandi, sum ynskja at verða nærhendis sjúkrahúsinum, kunnu fáa kamar ella íbúð í Gestalonini, við at siga viðkomandi deild frá.

 

undefined undefined

 Køksøkið og gongin                                                   Kamar

 

Sí fleiri myndir úr Gestalonini her.

 

Kostnaður

Sjúklingar
Fyri sjúklingar er gistingin ókeypis, meðan fyri avvarðandi er prísurin fyri eitt einkultkamar kr. 200,- og 300,- fyri dupultkamar pr. nátt.
Les faldara um gisting til sjúklingar her

 

Barnakonur

Fyri barnakonur við maka er gistingin ókeypis. Um pápin ynskir at búgva longri eftir, at mamman hevur átt, skal hann gjalda kr. 200,- pr. nátt. Eru systkin hjá nýfødda barninum við í gistingini, er kostnaðurin kr. 50,- pr. nátt pr. barn.
Les faldara um gisting til barnakonur her

 

Lykil og treytir/kunning kunnu heintast hjá Leiðbeining í Forhøllini.




 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.