Ferðaendurgjald

Ferðaendurgjald

Endurrindan av innanlanda ferðaútreiðslum

Sambært kunngerð um flutnings og ferðaendurgjald, kunnu viðgerðarstøðini innan heilsuverkið endurrinda flutnings- og ferðaútreiðslur í samband við viðgerð í Føroyum.

Mannagongd

Viðgerðandi deildin útflýggjar flutningsseðilin fyrstu ferð sjúklingurin kemur á Landssjúkrahúsið.
Tá sjúklingurin er til viðgerð, antin ambulant ella innlagdur, skal deildin vátta fyri viðgerðina, soleiðis at sjúklingurin kann fáa endurrindan fyri hesa viðgerð. Tá ein seðil er fullur, útvegar deildin sjúklinginum eyka seðil.

Sjúklingurin hevur sjálvur ábyrgd av, at seðilin er rætt útfyltur og at neyðugar kvittanir fyri flutning eru til skjals, umframt at viðgerandi deildin váttar seðilin.

Fyrisitingin hevur ábyrgdina av, at endurrinda tann partin av flutnings- og ferðakostnaðinum, ið fer uppum átta hundrað krónur í einum kalendaraári. Tað verður bert endurrindað fyri fylgjara, tá sjúklingurin er undir 18 ár.

Endurrindan av ferðaútreiðslum við serviðgerð uttanlands

Sí faldaran "Leiðbeining til sjúklingar, ið fara uttanlands til kanningar og viðgerð" niðanfyri her.

Faldari við kunning til tín, sum skalt uttanlands til kanningar ella í viðgerð, - trýst her. 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.