Um okkum

Um okkum

Fakta um Landssjúkrahúsið

Virksemi

  • Uml. 850 starvsfólk býtt í 30 starvsbólkar (700 ársverk)
  • 29 sergreinar (íroknað 9 konsulentskipanir)
  • 180 seingjarpláss
  • 8.000 árligar innleggingar
  • 60.000 árligar ambulantar vitjanir
  • 524.000 árligar greiningar í kliniskari kemi
  • 34.000 árligar røntgenkanningar 

 

Fíggjarjáttan 2017

  • Landssjúkrahúsið 451 mió. kr.
  • Útbúgving yngri læknar 8 mió. kr.
  • Medico-tekn.9 mió. kr.
  • Byggijáttan 56 mió. kr.
  • Heilivágur 42 mió. kr.
  • Viðgerð uttanlands 161 mió. kr.

 

Samstarv

Landssjúkrahúsið samstarvar við onnur sjúkrahús uttanlanda, og størsti samstarvspartnarin er Region Hovedstaden.
Landssjúkrahúsið hevur skipað samstarv innan fleiri sergreinar, sum regluliga vitja her. Hesi eru innan:

  • Onkologi (stafett frá Universitetssjúkrahúsinum í Lund)
  • Urologi (stafett frá Skejby Universitetssjúkrahúsi í Århus)
  • Neurologi (Ríkissjúkrahúsið)
  • Barna– og ungdómspsykiatri (Bispebjerg Sjúkrahús)
  • Dermatologi (Roskilde Sjúkrahús)
  • Barnaortopædi (Ríkissjúkrahúsið)
  • Barnaneurologi (Ríkissjúkrahúsið)
  • Plastikkirurgi (Landspítali Ísland) 

 

Grundøkið

Landssjúkrahúsið umfatar eitt grundøki uppá 150.000m2 báðu megin J. C. Svabosgøtu. Gólvvídd fevnir um 50.000 m2.

 

undefined
Eirargarður
Omanfyri vegin, á Eirargarði liggja psykiatrisku deildirnar, fyrisiting, goymsla, vaskarí, snikkaraverkstaður, maskinverkstaður, veitsluhøll, køkur og matarhøll.
Harumframt bygningarnir B71 har Heilsumálaráðið og Sjúkraflutningstænastan húsast, og B72, B73 og B74 við íbúðum, ið verða útleigaðar til starvsfólk og partvíst til sjúklingar og avvarðandi.

  

undefined
J.C. Svabosgøta
Niðan fyri vegin eru medisinskar deildir í grøna B bygninginum.
Í nýggjasta bygningi G, finnast skurðdeildir og intensiv deild, skaðastova og blóðbanki. 
Í eldra A bygninginum skurð-/føðideild og fysioterapi. 

  

undefined

Granskingarlonin
í J. C. Svabosgøtu, hýsur Eygnadeildini umframt granskarum á LS.
Harumframt Fólkaheilsuráðnum, Ílegusavninum og FarGen.  

 

Deildir kring landið
Landssjúkrahusið hevur fleiri deildir kring landið.
Økispsykiatri finnist í Klaksvík, Runavík og á Oyri.
Støðir hjá Sjúkraflutningstænastuni liggja á Lambareiði og í Miðvági.

Landssjúkrahúsið tekur sær somuleiðis sjúkraflutningi í Sandoynni.

Sí hesar deildir her

Landssjúkrahúsið hevur somuleiðis Ljósmøðratænastu kring alt landið.  
 

 

Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn
Landssjúkrahúsið yvirtók í seinnu helvt av 2014 raksturin av Sjúklingahotellinum Tórshavn.
Tað er Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum sum skipar ferðaflutning og innivist til sjúklingar sum hava fingið ávísing til viðgerð uttanlands.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.