|
Proffesionsbachelor í "sundhed og ernæring"
Útbúgvingin til professionsbachelor í "sundhed og ernæring" er ein nýggj 3½ ára víðari útbúgving, sum vendir sær til tín, sum ynskir eina fjølbroytta útbúgving innan føðslu, matvørur, nýtslu og tænastu til heilsu- og umhvørvisframa. Og sum hevur áhuga í at røkja samskiftis- frálæru- og leiðsluuppgávur.
Hvat ger ein professiónsbachelor í "sundhed og ernæring"?
Í framtíðini fert tú við útbúgvingini sum professiónsbachelor i "sundhed og ernæring" í felagskøkinum á Landssjúkrahúsinum at verða førur fyri at arbeiða innan niðanfyri vístu høvuðsevni: Matur, Heilsa, Bygnaður, Umvørvi, Leiðsla, Búskapur, Menniskjur, Stýring, Góðska, Formidling
Hvussu nemur ein sær útbúgving?
Í Keypmannahavn er tilboðið á Professionshøjskolen Metropol.
Útbúgvingin til professiónsbachelor í føðslu og heilsu er ein 3½-ára viðariútbúgving við sjey sergreinum: Human føðsla, Klinisk Dietetik, Cateringleiðsla, Tænastuleiðsla, Heilsusamskifti, Framleiðslumenning og Føðsla og Kroppsligur Aktivitetur.
Útbúgvingin hevur ein grundpart uppá 1 1/2 ár og ein serpart uppá 2 ár. Tú skal í minsta hava 20 vikur í praktikk í lærtutíðini. Frálæran er býtt upp í lið- og bólkafrálæru, og í hesi tíð arbeiðir tú projektætlað bæði í bólkum og sum einstaklingar. Frálæran er skipað í modulir.
Atgongukrøv til útbúgvingina
• Studentsprógv, HF, HH ella HTX við kemi á c-støði
ella:
• Relevant vinnuútbúgving, sum gevur grundarlag fyri at gjøgnumføra útbúgvingina við í minsta lagi 3 HF-einkultfak: Enskt og kemi på C-støði og matematik, samfelagslærugrein eller biologi på C-støði.
Kann ein gjøgnumføra tann praktiska partin av útbúgvingini á Landssjúkrahúsinum?
Ja, Køkurin á Landssjúkrahúsinum bjóðar praktikkpláss, tá valda sergreinin er:
• Cateringleiðsla
• Tænastuleiðsla
• Produktmenning
• Heilsusamskifti
Okkara visión er, at Køkurin á Landssjúkrahúsinum skal vera tann leiðandi sjúkrahúskøkurin í Føroyum. Hendan visión arbeiðir miðvíst við at arbeiða við góðskutrygging út frá frymlinum hjá Sundhedsstyrelsen um góðskumenning.
Praktikkin er ólønt – lesandi kunnu fáa SU í allari lærutíðini.
Yrkisleið
Sum professiónsbachelor í "sundhed og ernæring" hevur tú møguleika til at fáa starv alla staðni kring heimin.
Samband
Gudna á Rógvi Joensen, leiðandi økonoma
Tel. 304500 lokal 1260
T-postur: lsgudro@ls.fo
Um tú vilt vita meira:
Professionhøjskolen Metropol ella við at senda T-post til lsgudro@ls.fo