International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Andlát og jarðarferð

- Týdning, at tey avvarðandi taka støðu

Sverri Steinhólm er sjúkrahúsprestur á Landssjúkrahúsinum. Uppgávurnar hjá sjúkrahúsprestinum eru mangar og flestu teirra snúgva seg um at vera um fólk í bera sorg, sakn og stúran. Hann er eitt nú altíð á vakt, soleiðis at hann kann vera til staðar alt fyri eitt, tá vanlukka rakar.

Tá tað kemur til andlát og avvarðandi, er nógv hjá teimum avvarðandi at taka støðu til. Sum sjúkrahúsprestur vil Sverri Steinhólm eggja teimum avvarðandi til at taka sær av sínum egnu, tá tey doyggja. Hóast tað kann tykjast tungt, kann tað vera av týdningi fyri sjálva sorgargongdina, at tey sjálvi vóru við til at taka støðu til praktisku viðurskiftini í sambandi við deyða og jarðarferð. At velja sangir, tekst, blómur osfr. Tað er ein partur av sorgartilgongdini, sum krevur, at tey avvarðandi eru aktiv heldur enn at falla í fátt.

- Sorgin er har óansæð, men tað er týðandi at vera virkin hóast umstøðurnar, tí sum frálíður kann tað hava stóran týdning, at tey avvarðandi sjálvi tóku støðu til, hvussu jarðarferðin fór fram.

Er bønarhald fyrst á sjúkrastovuni, aftaná at ein er deyður og seinni aftur í kapellinum á Landssjúkrahúsinum, hava tey avvarðandi fingið møguleika at reagera fleiri ferðir áðrenn sjálva jarðarferðina, og eisini tað er ein liður í sorgini, sum ger jarðarferðina eitt vet lættari at koma ígjøgnum, greiðir sjúkrahúspresturin frá. 

 

Sverri Steinhólm er sjúkrahúsprestur, sum er partur av starvinum sum sóknarprestur í Havnar kirkju.

Hann hevur tikið masterútbúgving í Almen sjælesorg, umframt ymisk skeið í sálarrøkt.



Á síðunum til vinstru finnur tú henta vitan í samabandi við andlát og jarðarferð.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.