Máltíðir
|
• Morgunmatur kl. 07.15 – 09.15.
• Døgurði kl. 12.00 – 13.15.
• Nátturði kl. 18.00 – 19.15.
Maturin verður tikin av buffetini 15 min. aftaná.
Kaffi/te og heimabakað køka eru at fáa frá klokkan 20.00.
Kalt vatn og saft fæst til kl. 23.00.
Serstakur kostur
Um tu skalt hava serstakan kost av heilsuávum, verða tygum biðin um at siga sjúkrasystrini frá beinanvegin.
Sig frá
Um tú ikki kemur til máltíðirnar, verða tú biðin um at siga frá í køkinum.
Um tú eru til viðgerð ella kanningar, kunnu tey í køkinum goyma mat til tín.
Tað er eisini møguleiki fyri at gera sær ein matpakka, at fáa við.
Matarseðlar til foreldur
Eru foreldur innløgd saman við barni, skulu tey hava matseðlar til sjúkrahúsið. Hesir fáast við at venda sær til Leiðbeiningina.
Eru bæði foreldur innløgd saman við barninum, fær annað foreldrið matseðlar við til máltiðirnar á sjúkrahúsinum, hitt foreldrið skal eta máltíðirnar á Sjúklingaheiminum. Matseðlarnir fáast við at venda sær til skrivstovuna.
Undantikið er deild 5054 á Ríkissjúkrahúsinum; her kunnu bæði foreldur eta, við at annað foreldrið rindar fyri kostin.
Gestir til máltíðir
Tú ert vælkomin, móti gjalding, at bjóða gestum til máltíðirnar.
Kostnaður fyri gestir:
• Morgunmatur kr. 30,00
• Døgurði kr. 80,00
• Nátturði kr. 50,00
• Kaffi og te kr. 2,00
• Kaffi/te og køka kr. 5,00
Børn gjalda hálvan prís.
Gjaldast skal á skrivstovuni áðrenn máltíðirnar.