Økispsykiatri (P70)

Inngongd

Lat aftur

Økispsykiatri (P70)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

Eirargarður 19
Tlf 304500

Telefontíðir í øllum økjum

Mánadag- fríggjadag
kl. 08.00-16.00

Leiðandi starvsfólk

Birgit Andersen, leiðari
Sjúkrarøktarfrøðingur
T-postur: lsbiran@ls.fo
Telefon 30 45 99 - 4474
Fartelefon 23 45 57

Randi Borðoy, varaleiðari
sjúkrarøktarfrøðingur
T-postur: randi.bordoy@ls.fo
Telefon 304599 - 4372
Fartelefon 234669

Trýst her fyri at finna faldaran um Økispsykiatri

Hvat er Økispsykiatri
Vit eru ein partur av føroyska sjúkrahúsverkinum, ið arbeiðir við psykiatri í nærumhvørvinum. Vit veita ambulant viðgerðartilboð til vaksin, og virka í dagtímunum.

Høvuðsuppgávan er at hjálpa fólki við sálarsjúkum so sum, skizofreni, øðrum psykosum, bipolerari sjúku, tungum depressiónum og svárum ótta.

Ávísing til viðgerð
Tey sum fáa Økispsykiatri í boðið, skulu ávísast, antin frá egna kommunulækna, ella sum framhaldandi viðgerð frá Psykiatriska deplinum eftir innleggjan –bæði til medisinska viðgerð og stuðlandi samtalur- men eisini sum virkin røkt og viðgerð í egnum umhvørvi, uttan at hava verið innlagdur.

Hvør kann ávísast til viðgerð í nærumhvørvinum
Ert tú 18 ár og eldri, kanst tú seta teg í samband við egnan lækna, ið kann senda eina ávísing til psykiatriska depilin. Har vera ávísingarnar viðgjørdar og beindar til rætta toymið.
Hevur tú verið innlagdur á psykiatriska deplinun, kann ein eftir útskrivan vera tilknýttur til Økispsykiatriina.
Ert tú longu í viðgerð á Psykiatriska deplinum, kann ábyrgdarhavandi lækni ávísa til Økispsykiatriina.

Arbeiðsháttur 
Tá ið vit hava fingið ávísingina, seta vit okkum í samband við teg. Tú verður bjóða/ur til eina innleiðandi samrøðu, saman við 2 sjúkrarøktarfrøðingum. Henda samrøða kann fara fram heima hjá tær ella á skrivstovuni hjá Økispsykiatriini.

Aftaná hesa samrøðu verður mett um hvussu víðari skal farast fram. Um mett verður, at tú skal halda fram í Økispsykiatriini, fært tú tilluta ein kontaktpersón.

Tíðin og títtleikin til samrøður verður avtalað ímillum teg og tín kontaktpersón

Vit veita 
Stuðul til at skipa dagin
Stuðlandi samrøður
Kognitiva terapi
Undirvísing í tínari sjúku
Uppfylgjan av heilivágsviðgerð
Sosial førleikavenjing
Fyribyrgja afturstig og arbeiða við heilsufremjan
Og annað í samráð við teg

Vit samstarva við
Vit hava tætt samstarv við psykiatara, umframt samstarv við aðrar fakbólkar á psykiatriska deplinum
Við loyvi frá tær, kunnu vit eisini samstarva við m.a.
Almannaverkið
Kommunulæknar
Heilsu og umsorganartænastur
Gigni, og onnur

Ynskiligt er at samstarva við avvarandi. Avvarandi kunnu vera familja, vinir ella onnur menniskju, ið kunnu stuðla tær í at gjøgnumføra viðgerðina

Hvussu kemur tú í samband við okkum
Vit kunnu hittast gerandisdagar frá kl. 8.00 – 16.00 

Birgit Andersen, leiðari
Sjúkrarøktarfrøðingur
T-postur: lsbiran@ls.fo
Telefon 30 45 99 - 4474
Fartelefon 23 45 57

Randi Borðoy, varaleiðari
sjúkrarøktarfrøðingur
T-postur: randi.bordoy@ls.fo
Telefon 304599 - 4372
Fartelefon 234669

Um tørvur er á psykiatriskari hjálp eftir kl. 16.00 má ringjast til læknavaktina á tel. 1870.

Endurnýggja resept

Tú kanst endurnýggja resept, við at senda teldupost til psykmed@ls.fo, viðmerkja fult navn, føðidato og á hvørjum apoteki, heilivágurin skal heintast, 

Serlæknaváttan
Fyri at fáa serlæknaváttan, má ein seta seg í samband við Almannaverkið, tlf 360000 ella teldubústað av@av.fo

Yvirlæknar 

Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni

Rasmus Maltesen, Yvirlækni

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.