Psykiatrisk ergoterapi

Psykiatrisk ergoterapi

Deildarkunning

Ergoterapiin á Psykiatriska Depilinum
Eirargarður 17, kjallarahæddin

Telefontíðir

Telefon 304599 lokal 4425 ella 4426
Mánadag-fríggjadag
8.00-15.00

Deildarleiðsla

Jenny Lamhauge Højgaard, leiðandi ergoterapeutur
T-postur: jenny.lamhauge.hojgaard@ls.fo lokal 4429

Málbólkur

Teir sjúklingar, sum verða ávístir til ergoterapi á Psykiatriska Depilinum hava vegna sálarligar avbjóðingar, sjúku og/ella brek ofta niðursettar førleikar, sum geva teimum avbjoðingar við at luttaka og virka í samfelagnum.

Tann ergoterapeutiska viðgerðin fevnir um ergoterapi á PI (lukkaðu deild), PA (opnu deild) og ambulanta økinum.

Endamál

Endamálið við ergoterapeutisku viðgerðini er at gera tað møguligt hjá borgaranum at liva eitt virkið lív og at luttaka í samfelagnum hóast sjúku og/ella brek.

Ì ergoterapeutisku viðgerðini brúka vit aktivitetir, sum eru týdningamiklir fyri borgaran og sum geva meining í samfelagnum, tað veri seg arbeiði, útbúgving, fríðtíðaraktivitetir og at luttaka í samfelagnum í aðrar mátar.  Ergoterapeutar nýta hesar týdningarmiklu aktivitetir  sum háttalag og mál í viðgerini til at fremja heilsu, at fyribyrgja og rehabilitera niðursettar førleikar og aktivitetsavmarkingar.

Hvat gera vit

  • Kanna, viðgerða og eftirmeta førleikar hjá borgarunum
  • Førleikametan í gerandisaktivitetum
  • Samrøður um gerandisdagin
  • Seta mál, saman við borgarunum
  • Eygleiðing í gerandisaktivitetum
  • Venjing og viðlíkahald av førleikum
  • Skipa gerandisdagin saman við sjúklingunum við vikuskema
  • Bólkaviðgerðir
  • Sansastimbran
  • Veita kúludýnir, kúluvest, ljóslampu og onnur hjálpartól til borgaran
  • Heimavitjanir
  • Tilpassa broytingar í heiminum og/ella arbeiðsplássinum.
  • Sosial førleikavenjing
  • Samstarv við aðrar stovnar

 

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.