Corona.fo

Intensiv deild PI

Intensiv deild PI

Telefon

Avvarðandi kunnu tosa við starvsfólk á deildini við at ringja á telefon 304500 og biðja um lokalnr 4440 ella 4441

Deildarleiðari

Lisbeth Vang
Deildarleiðari P40/PI
T-postur: lisva@ls.fo

Sjá faldara her

Psykiatrisk intensiv eind 
Psykiatrisk intensiv deild er ein afturlatin deild, sum tekur ímóti sjúklingum  úr øllum landinum.
Á deildini verður givin intensiv røkt- og viðgerðatilboð.
Her verða psykiatriskir sjúklingar innlagdir, sum hava  tørv fyri intensivari psykiatriskari røkt og viðgerð.
Pláss er fyri 7 sjúklingum. 

Av tí at Intensiva deildin hýsir sjúklingum sum hava tørv á skerming, eru uttaru hurðarnar læstar.

Endamálið við intensivu deildini 
Røkt og viðgerðatilboð verða tilrættarløgd individuelt – út frá tørvinum hjá tí einkulta.

Fartelefon og fartelda
Fyri at verja privatlívið hjá teimum sum eru innløgd, er ikki loyvt at brúka farteldu og fartelefon.

At fara av deildini 
Tað er læknin sum avger, um tann sum er innlagdur kann sleppa av deildini og í so fall,  um hann kann fara einsamallur.  Úthurðin steingir kl 22.00

Fysiskur aktivitetur

Fysioteraputur kemur á deildina dagliga og venur við teimum sjúklingum, sum hava fingið ávísing til fysioteraputiska viðgerð. Tá læknin metir tað verða ráðiligt, kann sjúklingurin venja í venjingarhølunum í fysioterapihølunum saman við starvsfólki. Í samband við morgunfundin, kemur fysioteraputur tvær ferðir um vikuna at gera fimleik saman við sjúklingunum.

Skipanin á Psykiatrisku Intensivu deildini
Starvsfólkini á intensivu deildini eru skipað í tvey  toymir.
Starvsfólkahópurin á er samansettur av sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum.

Fysiskir karmar

Á deildini eru einastovur. Baði-/vesihentleikar eru felags. Eisini hevur deildin uppihaldsrúm við sjónvarpi, vaskirúm, matstovu og tvær vitjunarstovur. Uttanduraøkið er eisini til sjúklingar at gagnnýta. Um summarið verður urtagarðurin nýttur til millum annað uttanduraspøl, at grilla og hugna. 

Gerandisdagurin á deildini

Morgunmatur kl. 08.00- 09.00
Morgunfundur kl. 11.00 - 11.30
Døgurði kl. 11.30
Drekka kl. 13.30
Nátturði kl. 17.30
Kaffi kl. 19.30
Friður á deildini kl. 22.00

Sí annars trivnaðarreglur her

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.