Granskarar á Landssjúkrahúsinum
|
Í Granskingar- og Menningarlonini sum svarta barakkin á J.C. Svabosgøtu nú verður kallað, finnist eitt kveikjandi granskingarumhvørvi. Har húsast Fólkaheilsuráðið, Ílegusavnið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (FarGen-verkætanin), umframt granskarar á Landssjúkrahúsinum.
Har eru fleiri fundarhølir í ymsum støddum við AV-útgerð, eitt auditorium við pláss fyri 26 fólkum, umframt køkur.
Sí profil av granskarum á Landssjúkrahúsinum á vinstra bredda.