Møguleiki er at lata seg kanna fyri koronu á Eirargarði gerandisdagar millum 17 og 19. Leygardag verður kanningar gjørdar millum 13 og 15. Neyðugt er ikki við ávísing frá lækna.
Fyri at verða kannaður, skalt tú stilla teg í bíðirøðina í upplatingartíðarskeiðinum. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað.
Bíðitíðin kann verða drúgv. Tak okkurt til matna/drekka við og kanska eisini eina bók at stytta tær stundir við.