Upplatingartíðir
Í Tórshavn
|
Deildarkunning
Rannsóknarstovan
|
Leiðandi starvsfólk
Ann E. Østerø
|
Tá tú hevur fingið ávísing frá lækna til at taka blóðroyndir og ella EKG, ber til at fara í Útistovu, sum er ambulatoriið hjá Rannóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum. Harumframt ber til at taka blóðroyndir og EKG á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og í Læknamiðstøðunum í Runavík, Gøtudali og í Vági.
Land og fæcesprøvar skulu eisini latast inn her. Hav altíð ávísingarseðilin frá lækna við.
Hevur Landssjúkrahúsið sent tær innkalling til blóðroynd gjøgnum Mínboks, møtir tú í Útistovu uttan blóðroyndarseðil.
Bíðitíð
Bíðitíðin er oftast minni enn ein tíma, men kann eisini av ymiskum orsøkum verða nakað longri.
Tað ber ikki til at biðja um tíð til blóðroyndir ella EKG.
Skal eg vera fastandi?
Til summar blóðroyndir skal tú vera fastandi. Spyr læknan um tú ivast.
At vera fastandi merkir:
Mannagond
Starvsfólk á Rannsóknarstovuni taka blóðroyndir, ið læknin hevur umbiðið.
Blóðroyndirnar verða fluttar á Rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum til kanningar.
Flestu kanningarnar verða gjørdar á Rannsóknarstovuni, men ein partur verður sendur uttanlands á serstovur til kanningar.
Svar uppá blóðroyndir
Úrslitini av flestu rutinukanningum fyriliggja í Talgildu Heilsuskipanini dagin eftir.
Summar royndir hava longri svartíð, aloftast 2-3 vikur, men onkuntíð tekur tað mánaðir.
Tað ber ikki til at ringja beinleiðis á Rannsóknarstovuna fyri at fáa svar.
Avtala við læknan hvussu tú fært svar.
Børn
Børn kunnu fáa Xylocain, sum er lokaldoyvandi evni, á húðina, áðrenn tey skulu prikast. Xylocain skal vera á í 5-10 minuttir, áðrenn tað virkar.
Eisini ber til at keypa EMLA-krem á Apotekinum at smyrja á. Tað skal sita á í uml. hálvan tíma, áðrenn blóðroyndirnar verða tiknar.
Les meira um blóðroyndir av børnum her.
Hiv-kanning
Tú kanst altíð koma inn at taka eina blóðroynd til Hiv-kanning.
Tá er ikki neyðugt at hava ávísingarseðil við, og tú kanst eisini vera anonym/ur.
CTD-kanning
Til ber at taka eina blóðroynd til CTD-kanning uttan ávísing frá kommunulækna við at gjalda 100 kr. Tá møtir tú bara í Útistovu.
Tak niður faldara um CTD her.
Hesar dagar er Rannsóknarstovan stongd
Flaggdagin, Grundlógardagin, Ólavsøkuaftan, Ólavsøkudag.