Onkologur í fast starv á Landssjúkrahúsinum

22. AUGUST 2019

Tordis Kristiansdóttir er sett í starv sum yvirlækni og serlækni í onkologi á Landssjúkrahúsinum. Tordis tekur við starvinum hin 1. oktober 2019.

Tordis Kristiansdóttir er fyrsti serlækni í krabbameinssjúkum, sum er í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá Landssjúkrahúsinum og Krabbameinsfelagnum, at vit í Føroyum hava ein serlækna í onkologi í føstum starvi. Eisini er tað eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini frá 2009.

Í fleiri umførum er søkt eftir onkologi uttan úrslit. Landssjúkrahúsið hevur tó í mong ár havt skipan við konsulentum í onkologi, og síðani 2015 hevur skipanin verið soleiðis, at konsulentar í onkologi frá Ríkissjúkrahúsinum hava havt viðtalur á Landssjúkrahúsinum tveir dagar um vikuna.

Royndirnar við hesum skipanum hava verið góðar, men fleiri fyrimunir eru við at hava serlækna í føstum starvi. Eitt nú fer at bera til at taka ímóti fleiri sjúklingum við tað at viðtalur nú vera fimm dagar um vikuna í staðin fyri tveir. Eisini er tað eitt framstig fyri sjúklingar og starvsfólk á seingjardeildunum, at serlækni í krabbameinssjúkum er tøkur allar dagar í vikuni.

 

 

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.