Skeið um tónleik í demensrøktini

16. AUGUST 2019
Enn eru pláss tøk til skeiðið um tónleik í gerandisdegnum. sum verður 19.-20. august. Skeiðið er fyri starvsfólk, sum starvast innan røktarøkið og serliga við minnisveikum. 
Starvsfólk í demensrøktini brúka í dag nógvan sang og tónleik, sum skapar stóra gleði millum sjúklingarnar. Skeiðið er við Hanne Mette Ochsner Ridder og gevur innlit í tónleik, heilan, samskifti og samleika, og við vitan frá skeiðnum fært tú sum starvsfólk amboð til at seta karmar um, hvussu tú arbeiðir málrættað og relationelt við tónleiki í demensrøktini. 

Hanne Mette Ochsner Ridder er professari í musikkterapi. 
Skeiðið verður 19.-20. august í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Tilmelding fer fram við at flyta peningin á konto 6460-183.475.6, viðmerk “tónleikur” og navn á luttakara.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.