Corona.fo

Koronakanningarnar verða á Eirargarði sunnudagin

9. AUGUST 2020

Landssjúkrahúsið letur upp nýggja kanningarmiðstøð á Eirargarði og nú kunnu øll lata seg kanna fyri koronu uttan ávísing frá lækna.

Sunnudagin verður kannað fyri koronu frá klokkan 13 til 16.

Eftir ætlan verða kanningar gjørdar gerandisdagar frá klokkan 17 til 19, men hesar tíðir verða lagaðar eftir tí tørvi sum er í samfelagnum. Seinastu dagarnar hevur ovurstórur áhugi verið millum manna at lata seg kanna og bíðirøðirnar langar.

Ferðsluviðurskiftini eru munandi frægari á Eirargarði og Landssjúkrahúsið metir sum heild, at umstøðurnar at skipa fyri koronakanningunum verða betri enn á J.C. Svabosgøtu.

Størsta broytingin er tó, at nú er ikki longur neyðugt at fáa ávísing frá kommunulækna, áðrenn tú letur teg kanna. Fólk skulu bara møta upp í bili og so taka røsku starvsfólkini sær av kanningunum og allari neyðugari skráseting.

Skeltir eru sett upp, sum vísa vegin, tá ið fólk nærkast Eirargarði.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.