Corona.fo

Til vitjandi, sum hava verið uttanlands

12. SEPTEMBER 2020

Á Landssjúkrahúsinum verður javnan mett um leiðreglurnar fyri smittuverju inni á sjúkrahúsinum, eitt nú í mun til hvussu smittutalið er úti  í samfelagnum. Tá tamarhald var á støðuni eftir Ólavsøku, bleiv opnað aftur fyri vitjandi á sjúkrahúsinum. 

Men seinastu dagarnar eru fleiri smittutilburðir staðfestir hjá ferðandi, sum koma til landið. Tí skulu øll vitjandi, sum komin eru úr útlondum, hava negativa COVID-19 test frá 6. degi, innan tey vitja á sjúkrahúsinum. 

Hetta er galdandi frá mánadegnum 14. september. 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.