Corona.fo

Øll fáa boð um koppseting

18. JANUAR 2021

Í løtuni eru tað nógv, sum venda sær til sjúkrahúsini og aðrar almennar myndugleikar fyri at sleppa skjótari fram at at koppseta seg fyri koronu. Mannagongdin er einføld: Øll fólk fáa boð frá Sjúkrahúsverkinum, tá ið tey standa fyri tørni.

Í løtuni eru tað heilsu- og røktarstarvsfólk, búfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum, sum fáa í boði at verða koppsett.

Tá ið koppingarevnini koma til Føroya í avmarkaðum nøgdum, hevur verið neyðugt at taka støðu til, hvussu tilboðið um koppseting fyri COVID-19 skal raðfestast. Raðfestingin kann lesast her.

Á heimasíðuni corona.fo ber eisini til at lesa meira um koppsetingina.

Her ber til at lesa um spurningar og svar um koppsetingina.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.