Landssjúkrahúsið fer nú at senda sjúklingar, ið hava tørv á viðgerð fyri barnloysi, til fertilitetsklinikk í Keypmannahavn. Støðan viðvíkjandi korona hevur verið atvoldin til, at stígur er komin í viðgerðirnar, sum hava verið framdar í Íslandi seinnu árini. Men nú verður væntandi gjørligt at bjóða viðgerð, hóast umstøðurnar.
Ætlanin er, at tey pørini, sum hava bíðað longst, verða send til viðgerðar fyrst. Harumframt verða tey pør, ið eru nær aldursmarkinum fyri viðgerð eisini raðfest.
Landssjúkrahúsið setur seg í samband við tey fáu pørini, ið eru í viðgerðargongd (og hava fryst egg) í Íslandi um, hvussu víðari skal farast fram. Tey, ið hava fingið játtað viðgerð fáa boð frá Landssjúkrahúsinum, tá tey skulu byrja í viðgerð. Tað kann taka eina tíð, áðrenn øll hava fingið boð.